Stór gáva og nýtt savn latið upp á sumri 2010

Í 2010 lat upp nýtt savn undir Vágs Sóknar Bygdasavni, savnið Vágur og Seinni Heimsbardagi, sum heldur til í Gamla skúla.

Á savninum er framsýning av modellum av skipunum úr Vági, sum fórust undir Seinna Heimsbardaga. Eisini eru lutir, skjøl, myndir og frásagnir, sum hava samband við skipini.

Úr Vági gingu 9 skip burtur undir Seinna Heimsbardaga. Polu Niclassen, Malle-Poul, hevur gjørt modell av skipunum og hava Poul og konan Marianna (tey bæði eru høgru megin á myndini) latið modellirnar sum gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn.

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Í samband við at savnið lat upp í jóansøku-vikuni, var eisini minningarguðstænasta í Vágs kirkju við luttøku av Jógvan Fríðrikson, bispi.

Í samband við at savnið lat upp í jóansøku-vikuni, var eisini minningarguðstænasta í Vágs kirkju við luttøku av Jógvan Fríðrikson, bispi.

Savnið í Gamla Skúla er opið eftir avtalu alt árið.