Í summar er savnið í Gamla Skúla opið fastar tíðir og fastar dagar hvørja viku frá mánadegnum 14. juni til 1. september.
Vágs Sóknar Bygdasavni lat upp savnið Vágur og Seinni Heimsbardagi, í Gamla skúla í 2010.
Á savninum er framsýning av modellum av skipunum úr Vági, sum fórust undir Seinna Heimsbardaga. Eisini eru lutir, skjøl, myndir og frásagnir, sum hava samband við skipini.
Úr Vági gingu 9 skip burtur undir Seinna Heimsbardaga. Polu Niclassen, Malle-Poul nevndur, úr Vági, hevur gjørt modell av skipunum og hava Poul og konan Marianna latið modellirnar sum gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn.
Upplatingartíðirnar eru hesar (galdandi frá 14. juni til 1. september):
Mánadagar kl. 15.00 – 17.00
Ónsdagar kl. 15.00 – 17.00