Í 2010 lat upp savn hjá Vágs Sóknar Bygdasavni, savnið Vágur og Seinni Heimsbardagi, sum heldur til í Gamla skúla.
Á savninum er framsýning av modellum av skipunum úr Vági, sum fórust undir Seinna Heimsbardaga. Eisini eru lutir, skjøl, myndir og frásagnir, sum hava samband við skipini.
Úr Vági gingu 9 skip burtur undir Seinna Heimsbardaga. Polu Niclassen, Malle-Poul nevndur, úr Vági, hevur gjørt modell av skipunum og hava Poul og konan Marianna latið modellirnar sum gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn.
Savnið í Gamla Skúla er opið ónsdagar í summar frá kl. 14 til kl. 16.